Category: Trúboðin

  • Arbeiðsdagar í Nesvík byrja aftur týsdagin

    Arbeiðsdagar í Nesvík byrja aftur týsdagin

    Komandi týsdag 15. september byrja vikuligir arbeiðsdagar aftur í Nesvík fyri sjálvboðin. Øll eru vælkomin, kvinnur og menn, ung og eldri, at hjálpa til og gera eitt munagott arbeiði.

    Ein hópur av børnum, ungum og familjum hava verið á legu í Leguhúsinum í summar. Kom og hjálp at haldið nógv brúkta leguhúsið við líka og støðugt at menna og betra um karmarnar.

    Hjálp til eftir førimuni – og so leingi, sum tað liggur fyri. Vit byrja við morgunmati og andakt kl. 09.

  • Mannfólkavikuskiftið nærkast

    Mannfólkavikuskiftið nærkast

    Í døgunum 11. – 13. september verður ársins mannfólkavikuskiftið, har menn úr øllum landinum savnast til eitt gevandi, spennandi og undirhaldandi vikuskifti í Nesvík.

    Seinasta hond verður í løtuni lagt á fyrireikingarnar til leguna, sum seinastu árini hevur verið nærum fullteknað. Og fyrireikarnir vænta eisini eina fullteknaða legu, sum er full av áhugaverdum og spennandi bíbliutímum – umframt undirhaldandi og avslappandi løtum.

    Stórur dentur verður lagdur á, at undirvísingin er góð, gevandi og uppbyggjandi. Og hesaferð verður tað Christian Rasmussen, sum undirvísir á leguni. 46 ára gamli Christian hevur hollar royndir í missión. Umframt at vera ‘far til fire‘, hevur hann verið prestur í Tel Aviv og aðalskrivari í danska KFS. Seinastu fýra árini hevur Christian verið aðalskrivari í donsku Ísralesmissiónini.

    Hann fer at undirvísa út frá yvirskriftini “Menn, sum broyta heimin”. Tríggir bíbliutímar eru á skránni – ein fríggjakvøldið, tveir leygardagin. Christian prædikar eisini í kirkjuni sunnudagin, tá gudstænasta er. 

    Leygarkvøld er festkvøld á leguni

    Legan byrjar fríggjakvøldið við nátturða og síðani einum bíbliutíma seinni á kvøldinum. Restina av fríggjakvøldinum er pláss til hugna, spøl og heitar pottar.

    Stóri dagurin á leguni er leygardagurin, sum umframt tveir bíbliutímar eisini hevur kórvenjing og fjallatúr á skránni. Seinni leygarkvøldið verður borðreitt við einari festmáltíð, har góður matur, sangur og undirhald er á skránni. 

    Fyri luttakararnar hevur hetta verið hæddarpunktið á leguni seinastu árini.

    Eisini verður forkunnug vitjan leygarkvøldið, tá konsert og lovsangsløta við Blátt Gras er á skránni. 

    Menn savnast í FIFA krókinum

    Seinastu árini hevur FIFA krókurin verið millum best umtóktu støðunum í leguhúsinum. Nógvir dystir, nógv róp og nógv góð prát eitt heilt vikuskifti. 

    Tí verður FIFA krókurin sjálvandi við aftur á mansleguni 2026.

    Eisini verða vælumtóktu pottarnir heitir alt vikuskiftið.

    Til ber at melda seg til mansleguna her.

    Freistin er mánadagin 7. september.

  • Sangfagnaður verður aftur í heystfrítíðini

    Sangfagnaður verður aftur í heystfrítíðini

    Aftur í ár gleðir tað okkum at bjóða øllum sang-glaðum børnum á sangfagnað í Leguhúsinum í Nesvík í heystfrítíðini. Hetta er 10. sangfagnaðurin, og tað fara vit at hátíðarhalda.

    Fyrsti sangfagnaðurin varð hildin í Nesvík í 2016, og síðan hevur sangfagnaður verið á hvørjum ári, undantikið í 2020, tá tiltakið varð avlýst vegna korona-farsóttina.

    Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við tveimum stórum konsertum í høllini í Nesvík. Fyrstu árini vóru konsertirnar í Løkshøll í Runavík, men eftir at nýggja høllin í Nesvík varð tikin í nýtslu í 2019, hava konsertirnar verið í Nesvík. 

    Evnið í ár verður “Syng Guði Lov” og kórini fara bæði at syngja nýggjar sangir og sangir frá undanfarnum sangfagnaðnum.

    Sangfagnaðurin verður í heystfrítíðini 15.-17. oktobur, hósdag til leygardag. Legan er fyri øll sum ganga í 3.-7. flokki. Umframt kórvenjingar við dugnaligum kórleiðarum og tónleikarum, eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni eins og á øðrum legum.

    Tilmeldingin letur upp hósdagin 3. sep. kl. 17.00 og fer fram á mission.fo/tilmelding
    GG: Tað er bert møguligt at tilmelda eitt barn í senn. 

    Undanfarnu ár er legan fullteknað eftir heilt fáar minuttir. Um fleiri systkin skulu tilmeldast, viðmæla vit, at tit eru fleiri, sum sita klár at tilmelda eitt barn hvør.

    Tá legan er fullteknað, kemur bíðilistin at liggja á somu síðu sum tilmeldingin.

    Tvær konsertir við sangfagnaðarkórinum verða í Nesvík leygardagin 17. oktobur kl. 14:30 og 16:30. Atgongumerkini til tær vera sett til sølu seinni.

    Sangfagnaðarkórið luttekur eisini á Simbahittinum á Stórmøtunum við Tjarnir tann 25. oktobur.

    Kostnaður fyri Sangfagnaðin: 530 kr. fyri hvønn luttakara.

  • SAMAN Í BØN – komandi mánakvøld í Havn og í Sumba

    SAMAN Í BØN – komandi mánakvøld í Havn og í Sumba

    Komandi mánakvøld 24. august kl. 19:00 verður felags bønarkvøld í Meinigheitshúsinum í Havn og í Missiónshúsinum í Sumba.

    Átakið Saman í bøn byrjaði í fjør, tá Heimamissiónin legði fram nýggja strategi, ið millum annað inniber at samla rørsluna kring landið í bøn. Tí hava vit felags bønarmøtir hvønn ársfjórðing, har vit ferðast kring landið, har øll eru boðin við til bøn fyri okkara landi og fólki, og at evangeliið má náa út til ónáddu fólkasløgini.

    Vit vóna, at missiónsfólk úr øllum landinum møta væl upp til hetta so sera týðandi átak og ganga undan í at vera ein biðjandi rørsla. Og at tit vilja lýsa við hesum á møtum tykkara um vikuskifti, so at so mong sum gjørligt møta upp til tiltakið. 

    Saman í bøn í 2026

    Næsta bønarkvøld verður tann 16. november í KFUM-K í Klaksvík og í Missiónshúsinum í Porkeri.

    Harrin sigur í 2. Krýnikubók 7,14: 
    Um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra.

  • Meira enn 1.000 børn og ung á legu í summar

    Meira enn 1.000 børn og ung á legu í summar

    Við ungdómsleguni 17+ vikuskiftið 14 – 16 august er eitt ríkt og væleydnað legusummar komið at enda. Tilsamans hava 1.055 børn, juniorar og ung luttikið á legum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í summar.

    799 børn og juniorar hava verið á Simba- og juniorlegum, 117 ung á Ungdómsleguni og 139 á 17+ leguni. Aftrat hesum koma luttakarar á familjuleguni og tey mongu sjálvbodnu, sum hava verið við alt summar.

    Serliga gleðiligt var tað, at ein nýggj lega varð sett á stovn í Dali. Í vøkrum og friðsælum umhvørvi savnaðust børn og leiðarar í Eiriksgarði til dagar við bíbliutímum, sangi, spæli og góðum felagsskapi. Legan endaði við familjuguðstænastu í Dals kirkju, har foreldur og systkin vóru boðin við. Nýggja legan fekk eina sera góða byrjan, og nógv gleðast um, at Dalur nú aftur er legupláss.

    Á Simbalegunum hava børnini í ár hoyrt um kongar og drotningar í Bíbliuni. Gjøgnum frásagnir, sang, spøl og annað virksemi hava tey lært, hvussu Gud hevur virkað gjøgnum menniskju, og hvussu søgan vísir fram ímóti Jesusi Kristi, hinum fullkomna konginum.

    Summarið hevur annars verið fult av góðum upplivingum kring alt landið. Leguluttakarar hava verið á útferðum, svimjitúrum, postarenningum og øðrum aktivitetum, nøkur hava fingið nýggjar vinir og vónandi øll nógv góð minnir við sær heim.

    Á leguni á Giljanesi varð ein stutt video gjørd, sum gevur eitt innlit í lívið á leguni. Videobrotið kann síggjast niðanfyri.

    Hjartans tøkk til øll tey mongu sjálvbodnu, sum hava brúkt tíð, orku og førleikar til at tað ber til at hava legur eisini í ár! Leiðarar, hjálparfólk, køksfólk, talarar, tónleikarar og mong onnur hava verið við til at skapa tryggar karmar og góðar upplivingar fyri børn og ung.

    Men mest av øllum takka vit Gudi fyri summarið. Fyri varðveitslu, gleði, felagsskap og tær mongu ógloymandi løturnar, sum luttakarar og leiðarar hava upplivað saman. 

  • Heimamissiónsungdómur við nýggjum lagi

    Heimamissiónsungdómur við nýggjum lagi

    Seinasta árið hevur Heimamissiónsungdómur leypandi givið út løg við egnari tulking. Í dag er fjórða lagið útgivið. Hoyr lagið her.

    Í ár 1680 skrivaði týski yrkjarin, Joachim Neander sangin “Lobe den Herren, den mächtigen König der Ehren”, sum í 1863 varð umsettur til Praise to the Lord, the Almighty.

    Joachim Neander livdi eitt stutt lív – frá 1650 til 1680 – men hann gjørdist ein av teimum týdningarmestu sálmaskøldunum í týskari kirkjusøgu. Hann doyði bert 30 ára gamal, men eftir hann stendur ein av teimum mest kendu lovsálmunum í kristna heiminum.

    Sálmurin er ein lovsongur til Guð, har Neander lýsir Harran sum tann máttmikla kongin, skaparan og tann, sum heldur øllum lívinum uppi. Hann er serliga kendur fyri sína sterku myndamáling úr náttúruni og fyri at minna menniskjað á, at alt gott kemur frá Guði.

    Nakað av tí serliga við sálminum er, at hann ikki bara er ein stillur og inniligur bønarsálmur. Hann er stórbærur, hátíðarligur og fullur av gleði. Hann kallar menniskju og alla skapanina at lova Guði. Tí hevur hann eisini fingið eina so sterka og hátíðarliga lagseting, sum ger, at hann framvegis verður sungin í kirkjum um allan heim.

    Hendan sangin hevur Heimamissiónsungdómur endurútgivið við egnari útgávu, hóast lagið framstendur tignar- og hátíðarligt, eins og áður.

    Luttakandi í hesum verkinum eru:

    Anton í Liljudali – Kassagittari, vokal, banjo, pedal steel og framleiðsla 
    Fríðunn í Liljudali – vokal 
    Teitur Poulsen – vokal 
    Jóhanna Sámalsdóttir – vokal 
    Hedvig Davidsen – vokal 
    Dávid Olsen – trummur 
    Ámundur Berthelsen – slagverk 
    Jónas Thomsen – bass 
    Rógvi Jacobsen – kassagittari 
    Einar Poulsen – el-gittari 
    Hallur Reynslág – ljómborð 
    Salomon Skorastein – klaver 
    Egin Tollakson og Símun Dam – framleiðsla & ljóðbland

    Drew Lavyne, ið er fleirfaldaður Grammy-vinnari, stendur fyri mastering á frumbandinum.

    Lagið kann hoyrast omanfyri.

  • Okkara Lega 2026 nærkast

    Okkara Lega 2026 nærkast

    Fyrsta vikuskiftið í september verður aftur møguleiki at vera við á Okkara Legu í Nesvík. Legan er ætlað fólki við rørslu- og menningartarni o.ø. saman við avvarðandi, og er fyri mong hæddarpunktið á árinum.

    Dagarnir eru merktir av góðum felagsskapi, gestablídni, sangi, andaktum og nógvum ymiskum tiltøkum. Á skránni eru eisini viðkomandi fyrilestrar, har persónligar søgur, avbjóðingar og lívsroyndir verða deildar við opnum og ærligum sinni.

    Eisini verða nógv høvi til virknar upplivingar og hugna. 

    Luttakararnir kunnu millum annað royna spøl, boccia, fótbólt, ríðing og annað ítriv. Húsaorkestrið setur sín serliga dám á leguna, og sjálvandi verður eisini festkvøld, gudstænasta og nógv gott at eta.

    Okkara Lega verður í Nesvík frá 4. til 6. september 2026, og seinasta freist at tekna seg er 31. august.

    Tilmelding

    Tilmelding og gjalding fer fram á:

    👉 https://mission.atgongumerki.fo/webshop/event/3729263/order/info

    Um spurningar eru um leguna, ber til at seta seg í samband við Haldu Tausen Olsen á telefon 589063.

    Vit gleða okkum til enn eina góða Okkara Legu í Nesvík.TIL

    Kostnaður

    • Vaksin 795 kr.
    • Børn 5-14 ár 375 kr.
    • Børn 0-4 ár ókeypis.
    • Bara leygardagin
    • Vaksin 525 kr.
    • Børn 5-14 ár 260 kr.
    • Seingjaklæðir kunnu leigast fyri 70 kr.
    • Handklæði 20 kr.
    • Bara lak 25 kr. 
  • Annfríð byrjað sum volontørur innan ungdómsarbeiðið

    Annfríð byrjað sum volontørur innan ungdómsarbeiðið

    Mánadagin byrjaði Annfríð Erlandsdóttir Jacobsen sum volontørur innan ungdómsarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hon kemur at arbeiða tætt saman við ungdómsráðgevanum í at styrkja ungdómsarbeiði sambært løgdu strategiini.

    Annfríð er 20 ára gomul, býr á Argjum og er virkin í ungdómsarbeiðinum í Meinigheitshúsinum í Havn. Harafturat er hon virkin í sunnudagsskúlaarbeiðinum bæði í Argja kirkju, Vesturkirkjuni og í Meinigheitshúsinum í Havn. Hon hevur eisini verið ein av mongum trúføstum hjálparum til Spírar.

    Á møtinum sunnudagin í Meinigheitshúsinum í Havn varð forbøn fyri Annfríð, áðrenn hon byrjaði í nýggja starvinum.

    Jákup Brúsá, aðalskrivari í Heimamissiónini, og Heðin Arge, næstform. í Meinigheithsúsinum í Havn, høvdu forbøn fyri Annfríð til møtið í Meinigheitshúsinum.
  • Á sunnudagsskúlalegu á Kambsdali

    Á sunnudagsskúlalegu á Kambsdali

    Nú barnalegur og familjulega hava verið í Nesvík, hugsi eg ofta um fyrstu tíðina á Kambsdali.

    Í juni stóð í Trúboðanum at lesa um, hvussu tær byrjaðu. 3 legur við tilsamans 190 børnum fyrsta árið – nógv, tá hugsað verður um umstøður, ferðing – og hvussu fremmant tað var at fara á legu.

    Eitt, sum var greitt beinanvegin, var, at ov trongt var í leguhúsunum. Framúr gott samstarv var við KFUM skótarnar, sum áttu húsini, og samrátt varð um, um at byggja uppí. Og í oktober 1967 stendur um legurnar í Kristeligt Ungmannablað: ”Tað er útlit fyri, at børnini komandi árini verða uppaftur fleiri. Og nú eru húsaviðurskiftini eisini nógvar ferðir betur. Skótahúsini eru mundandi vaksin. Hetta hava vinir av sunnudagsskúlanum gjørt. Við hesum gávum teirra hevur tað verið møguligt at bygt aftrat.”

    Onkur man minnast legurnar í 1967. Tá vóru 5 legur. Tilbygningurin var ikki rættiliga liðugur til fyrstu legurnar, so nøkur børn svóvu í matsalinum. Tað gekk eisini! Veit ikki, um tað var longu tá, men higartil hevði bert 1 wc verið – í lítlum bygningi uttanfyri, so stór framgongd var, tá har blivu 2 wc! Uppaftur seinni komu wc inni í sjálvum bygninginum – fyrst bara ”turrklosett”.

    Hvørt vár komu kvinnur út Fuglafirði og helst eisini Leirvík at gera klárt til legurnar: Gólvini vórðu skúrað og ferniserað, madrasbetrekkini vaskað, bøtt og eisini nýggj seymað. Tey høvdu keypt skúmgummimadrassir, haldi 3 cm tjúkkar, har 3 – 4 børn kundu liggja lið um lið. Føturnir stungu útum og við høvdalagið stóð taskan/kuffertið.

    Sum sæst á onkrari mynd, var bert lítið tún rundanum húsini fyrstu árini, og vit gingu niðan eftir eini rás. So fóru menn undir at gera smalan veg niðan, so til bar at koyra. Men flestu bilar máttu setast niðri við vegin, til tað nógv seinni kom koyrivegur niðan.

    Summartíðin í Føroyum byrjaði í 1980. Seinastu árini, foreldur míni stóðu fyri legunum, vóru 8 legur og altið 2 aftaná Ólavsøku. Pápi tosaði onkuntíð um, hvussu nógv strævnari tað var tá í august, tí tað bleiv myrkt so tíðliga, og høvdu nakrir dreingir hug at ríma, var ringt at síggja teir. Hetta – at dreingir funnu uppá ymiskt – sum at ríma – hendi meiri enn so.

    Um tú kennir og veitst, nær myndirnar niðanfyri eru frá, so hevði verið stuttligt, um tú segði frá!

    Sólbjørg

  • Rannvá Hentze er farin til Ísland

    Rannvá Hentze er farin til Ísland

    Nýggi volontørurin hjá okkum í Íslandi, Rannvá Hentze, fór til Íslands í morgun.
    Komandi vikuna fer hon at luttaka á ungdómsleguni Visbó, sum SÍK og Kristskirkjan skipa fyri á Eyðjólfsstaðir á Eysturlandinum.

    Eftir leguna kemur Rannvá aftur til Føroya í nakrar vikur. Tá fer hon millum annað at luttaka á 17+.

    Síðst í august fer hon aftur til Íslands, har hon skal vera volontørur komandi hálvárið.

    Latum okkum hava Rannvu og ungdómsleguna í Íslandi í bønum komandi vikuna.

    Mynd: Margret, Rannvá og Þyri er í dag ávegis á legu í Eysturlandinum í Íslandi.

  • Skrivstovan stongd í viku 29-32

    Skrivstovan stongd í viku 29-32

    Skrivstovan hjá Heimamissiónini er stongd vegna summarferiu frá 13. juli til og við 9. august – t.v.s. í viku 29-32.

    Eru spurningar viðv. summarlegunum ber til at venda sær til Vivian Ole-Jacobsen á vivian@mission.fo ella tlf. 224249.

  • Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina

    Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina

    Fimti sunnudagur eftir tríeindardag, sum í ár er 5. juli, er vanliga innsavnan í kirkjunum um landið til Føroysku Sjómansmissiónina.

    Talvudagurin er týðandi partur av fíggjarligu orkuni hjá Sjómansmissiónini, sum hevur havt skipað arbeiði millum sjófólkið síðani 1918.

    Høvuðsuppgávan hjá Sjómansmissiónini er at fáa Guds orð til sjófólkið. Tí gevur Sjómansmissiónin sangbøkur, bíbliur, lestra- og andaktsbøkur, geymar við kristnum sangum o.a. tilfar til føroysk skip, samstundis sum hjúklað verður um sjófólkið við vitjanum, jólapakkum,o.ø.

    Í 2025 vóru 332 skips- og bátavitjanir og 1160 jólapakkar latnir umborð á 102 skip.

    Alt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við gávum.

    Vón og bøn okkara er, at tikið verður væl undir við hesi áheitan.

    Takk fyri!

    Føroyska Sjómansmissiónin hevur hesar konti:
    Føroya Banki 6460-151.120.5
    Betri Banki 9181-497.551.2
    Norðoya Sparikassi 9865-103.429.9
    Suðuroyar Sparikassi 9870-428.207.9